ÍÐKA er eitt fitnesscentur við nógvum hentleikum. Vit bjóða bæði venjing í okkara gym og eisini ymiskar funktionellar liðvenjingar. Vit hava góðar og rúmligar venjingarumstøður, nýmótanst venjingarútgerð, holdsal og ein spinningsal.
Vit leggja áherðslu á tætt samstarv, bæði við íðkara, venjara og fysioterapeutarnar, á FYSIOklinikk, sum eisini eru til taks.
ÍÐKA - UMSTØÐUR & HØLIR
ÍÐKA - tí tú elskar tín kropp!
KETTLEBELL
Liðtímin har vit arbeiða við kettlebell. Vit gera grundleggjandi kettlebell rørslu so sum:
long cycle, snatch, jerk, swing.
Venjarin lærir teg rætta teknikkin og syrgir fyri at tú fært sveittan fram.
Tímin er til vand og óvand - alt kann tillagast til títt støðið!
HYROX
Hyrox er venjingin vit longu gera - eitt gott miks av kardio og styrki.
Venjingin er fyri vand, og tey, ið ynksja at pressa seg max.
Hyrox er hybrid venjing har vit samantvinna konditións- og styrkivenjing.
SPINNING
Spinning er góð konditiónsvenjing á støðuføstum súkklum. Sum luttakari fylgir tú einum venjara ígjøgnum eina røð av sprintum, brekkum og fløtum teinum við ymiskari mótstøðu og ymiskum tempo. Hendan intensiva low impact venjingin samantvinnar cardio við vøddabygging, spinning bjóðar eitt stuttligt og orkuríkt umhvørvi við góðum tónleiki og kann tillagast til øll venjingarstig.
WOD
WOD stendur fyri Workout Of the Day, tvs. dagsins venjing. Tí er sera ymiskt hvat er á skránni, men, sum altíð, er tað stuttligt og tað
vert at koma til venjing. Vit venja uppá tíð, sirkulvenjing, ladder, amrap, emom osfr. alt eftir hvør venjari er.
Legg tær í geyma at allar venjingar og rørslur kunnu tillagast í longd, endurtøkum og vektum.
MorgunWOD
Morguntímin er til tey morgunfrísku, sum frá morgunstundini ynksja at koyra á við venjing. Tímin er harður og intensur, venjingin er fyri vand og tey, ið duga at venja sjálvstøðugt.
SIRKUL
Liðtímin til nýbyrjarar har vit venja einkulta sirkulvenjing. Venjarin setur tíð á og tú gert títt besta við teimum rørslum, sum eru á skrá.
Til tíman hevur tú altíð ein venjara, sum tekur væl ímóti tær og vegleiðir teg.
AÐRIR TÍMAR
Útyvir okkara føstu liðtímar hava vit lukkaði skeið á skemanum. Har afturat er møguleiki at leiga okkara hold- og spinningssal.




































Spyr enduliga

















