top of page

LIMATREYTIR – ÍÐKA - í gildið 26.03.2026

§1. Limahald

Limahaldið er persónligt og kann ikki avhendast, deilast við ella nýtast av øðrum. Kundin hevur ábyrgdina av, at ÍÐKA altíð hevur rættar persónligar upplýningar, og hevur skyldu til at boða frá, um kundin broytir kontonummar, navn, bústað, telefonnummar, email v.m.

Limahaldið er bindandi í avtalaðu bindingartíðini og kann ikki steðgast ella frystast í bindingartíðini, uttan eftir serligari avtalu við ÍÐKA.

Við keypi av leypandi haldi kann starvsfólk hjá ÍÐKA biðja kundan vísa samleikaprógv, t.d. koyrikort, pass ella annað prógv við mynd, ið váttar samleikan hjá kundanum.

Klip til persónliga venjing og gávukort skulu nýtast innan eitt ár frá keypsdegi.

§2. Limakort

Limakortið er persónligt og kann ikki avhendast, deilast við ella nýtast av øðrum. Fyri at fáa atgongd til ÍÐKA skal limakortið lesast inn við úthurðina.

Verður limakortið burturmist ella oyðilagt, skal kundin boða ÍÐKA frá beinanvegin. Nýtt limakort kostar 50 kr. Misnýtsla av limakorti verður roknað sum mishald av sáttmálanum.

§3. Pausu av limaskapi

Pausu av limaskapi kann bert verða veitt eftir serligari avtalu við ÍÐKA. ÍÐKA skilar sær rætt til at krevja umsitingargjald á 50,- og kann pausan í mesta lagið varða 4mðr.

§4. Gjald

Við upprættan av leypandi limaskapi / PBS‑limaskapi verður avtalan tilmeldað sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Kundin skal gjalda kontant fyri innlimingargjald og írestandi tíðarskeið, til fyrsta gjald fellir umvegis sjálvvirkandi gjald.

Eftir hetta verður mánaðarliga gjaldið sjálvvirkandi flutt av konto hjá kundanum fyrst í hvørjum mánaði.

Kundin hevur ábyrgd av, at gjald verður goldið rættstundis. Verður ikki goldið rættstundis, verður hetta roknað sum mishald av sáttmálanum.

Kundin gevur ÍÐKA samtykki til at stovna sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Um sáttmálin verður mishildin, t.d. við manglandi gjalding, skilar ÍÐKA sær rætt til at lata neyðugar upplýsingar til triðja part í sambandi við innkrevjing, í samsvari við galdandi lóggávu.

§5. Seinkað inngjald

Verður leypandi limaskapur ikki goldin rættstundis, verður rykkjari sendur til kundan og limaskapurin verður fyribils stongdur.

Verður leypandi limaskapur framvegis ikki goldin, skilar ÍÐKA sær rætt til at steingja limakortið, til eftirstøðan er goldin. Tíðin, limakortið er stongt, verður ikki góðskrivað ella afturgoldin.

§6. Gildistíð / limahald

Við leypandi limaskapi / PBS‑avtalu er talan um ein leypandi limaskap, ið heldur fram, til hann verður uppsagdur av kundanum ella av ÍÐKA.

Limahald við bindingartíð halda fram eftir bindingartíðin er liðug, til kundin sjálvur sigur haldið upp sambært galdandi uppsagnarreglum.

§7. Uppsøgn (kundin)

Kundin kann siga leypandi hald / PBS‑hald upp til komandi mánaðarskifti í seinasta lagi tann 14. í einum mánaði. Sigur kundin haldið upp eftir uppsagnarfreistina, rindar hann eisini fyri haldið, ið fellir til gjaldingar tann 1. í komandi mánaði.

Hald við binding kunnu á sama hátt sigast upp, tá ið bindingartíðin er liðug.

Uppsøgn skal gerast skrivliga við at venda sær til ÍÐKA á info@idka.fo. Longu goldið limagjald verður ikki endurgoldið.

§8. Uppsøgn frá ÍÐKA

ÍÐKA skilar sær rætt til at siga limaskap upp við 1 mánaða uppsagnarfreist, um serligar umstøður tala fyri tí.

Við álvarsligum mishaldi kann limaskapur verða steðgaður ella uppsagdur við beinanvegin gildi uttan endurgjald.

§9. Venjing og uppihald í sentrinum

Øll venjing og uppihald í ÍÐKA er egin ábyrgd. Hetta er galdandi fyri limir og vitjandi.

Ung undir 18 ár og ómyndig kunnu einans nýta hentleikar í sentrinum, um ÍÐKA hevur fingið skriftliga váttan frá foreldrum ella verja.

Børn undir 15 ár, ið ynskja at venja, skulu vera saman við einum vaksnum. ÍÐKA skilar sær rætt til at áseta serligar reglur fyri ungdómsvenjing.

§10. Mishald av sáttmála

Limir og vitjandi binda seg til at lúka treytir, ið ÍÐKA setir fyri uppihald og brúk av amboðum, maskinum o.s.fr. Verður hetta ikki hildið, verður tað roknað sum mishald av sáttmálanum.

Vísir ein limur ella vitjandi hóttandi atburð, plágar aðrar kundar, limir ella starvsfólk, ella fremur annað álvarsligt mishald, kann ÍÐKA uttan ávaring vísa viðkomandi burtur og steðga limaskapinum.

§11. Doping og ólóglig evni

ÍÐKA hevur null tolsemi yvirfyri doping.

ÍÐKA arbeiðir í samsvari við galdandi reglur og vegleiðingar frá Anti Doping Føroyar (ADF). Brúk, goymsla, søla ella útflýggjan av forboðnum dopingevnum og metodum er ikki loyvd í hølum hjá ÍÐKA.

Limir og vitjandi eru sjálvir ábyrgdarmiklir fyri at kenna og fylgja teimum reglum, ið ADF setir.

Brot á doping‑reglur verða roknað sum álvarsligt mishald og kunnu føra til uppsøgn av limaskapi uttan endurgjald og útihýsan í 2 ár.

§12. Broytingar í sentri og virksemi

ÍÐKA skilar sær rætt til at broyta upplatingartíðir, holdvenjingar, venjarar og virksemi. Slíkar broytingar geva ikki rætt til endurgjald.

§13. Avboð til holdvenjing

Avboð til holdvenjing skal í seinasta lagi gevast 1 tíma áðrenn venjing. Er talan um morgunhold, skal avboð seinast gevast kvøldið fyri kl. 21.

§14. Heilsa og skaði

Øll venjing er kundans egna ábyrgd. ÍÐKA tekur ikki ábyrgd av skaðum hjá limum, hvørki venjingarskaðum ella ólukkum, heldur ikki tá venjing fer fram undir vegleiðing av starvsfólki.

§15. Virðislutir

Vit ráa kundum til ikki at hava virðislutir í goymsluskápunum. ÍÐKA hevur ikki ábyrgd av missi grundað á stuldur ella skaða. Kundar mælast til at hava egnan heingilás við.

§16. Force majeure

ÍÐKA er ikki ábyrgdarmikið fyri stongingar, avmarkingar ella broytingar í rakstri orsakað av umstøðum, ið ÍÐKA ikki hevur ræði á, t.d. eldsbruna, vatnskaða, elbrek, farsótt, arbeiðssteðg ella myndugleikakrøv. Slíkar umstøður geva ikki rætt til endurgjald.

§17. Myndir, video og sosialir miðlar

ÍÐKA er ikki ábyrgdarmikið fyri stongingar, avmarkingar ella broytingar í rakstri orsakað av umstøðum, ið ÍÐKA ikki hevur ræði á, t.d. eldsbruna, vatnskaða, elbrek, farsótt, arbeiðssteðg ella myndugleikakrøv. Slíkar umstøður geva ikki rætt til endurgjald.

§18. Persónsupplýsingar

ÍÐKA viðger persónsupplýsingar í samsvari við galdandi persónsdatalóggávu. Upplýsingar verða einans brúktar í sambandi við limaskap og rakstur. Meiri kunning fæst í privatlívspolitikkinum hjá ÍÐKA.

bottom of page